Skulu fáa pensjón, áðrenn fólkapensjónsaldurin er rokkin

Skulu fáa pensjón, áðrenn fólkapensjónsaldurin er rokkin
Tey, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 50 ár, frá 16 ára aldri, skulu fáa tíðartreytaða pensjón, stendur í uppskotinum hjá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2025 - 14:26

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur borið uppskot í løgtingið, um at tey, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 50 ár, frá 16 ára aldri, skulu hava rætt til at fara av arbeiðsmarknaðinum við eini sonevndari tíðartreytaðari pensjón frá landinum.

- Tey, sum hava arbeitt frá heilt ungum árum, skulu hava møguleika at fara av arbeiðsmarknaðinum við pensjón, áðrenn fólkapensjónsaldurin er rokkin, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Javnaðarflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at uppskotið fevnir um tey, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum, síðani tey vóru 16-19 ára gomul, og tryggjar fólki, sum hava arbeitt í minsta lagi í hálva tíð í 50 ár tilsamans.

- Tað hevur týdning fyri okkum í Javnaðarflokkinum, at vit fáa eina serliga skipan, sum loftar teimum, ið frá ungum árum hava verið arbeiðsvirki sigur Hans Jacob Thomsen, tingmaður og limur í Trivnaðarnevdini.

 

Hans Jacob Thomsen umboðar Javnaðarflokkin í Trivnaðarnevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Leggja upp fyri barnsburðarfarloyvi og arbeiðsloysi

Hann sigur seg fegnast um, at landsstýrismaðurin í samráð við meirilutan í Trivnaðarnevndini nú leggur uppskot fram um tíðartreytaða pensjón.

Í uppskotinum verður lagt upp fyri barnsburðarfarloyvi, umframt arbeiðsloysi, sjúkrafráveru og líknandi, so hesi verða íroknað virkni á arbeiðsmarknaðinum.

Løgtingið viðger í hesum døgum eitt uppskot um, at fólkapensjónsaldurin skal hækka í 2035.

Sambært nýggja uppskotinum skal skipanin við tíðartreytaðari pensjón fara at virka, samstundis sum pensjónsaldurin hækkar í 2035.

Vit frætta meira um hetta í tíðindasendini klokkan 18.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459