Fiskimenn betri sømdir í ALS

Fiskimenn betri sømdir í ALS
Karensdagarnir vera styttir úr 30 niður í 15 dagar. Og útgjaldstíðarskeiðið verður longt úr í mesta lagi 60 upp í 90 dagar 
Fiskimenn kosta ALS ikki nógv.
 
09.04.2025 - 06:32

Fiskimenn fáa nú betri sømdir í ALS.

Karensdagarnir vera styttir úr 30 niður í 15 dagar.

Tað er, at fiskimenn bara skulu bíða í 15 dagar í staðin fyri 30 at sleppa upp í ALS.

Og útgjaldstíðarskeiðið verður longt úr í mesta lagi 60 upp í 90 útgjaldsdagar. 

Tað er kjarnin í lógaruppskoti, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna, bar løgtinginum í gjár. 

Sambært galdandi lóg fáa fiskimenn arbeiðsloysisstuðul 30 dagar eftir, at skip teirra er lagt, tí tað skal umvælast, hóast setanarliga tilknýtið millum fiskimannin og reiðaríið ikki er slitið.

Hetta skal nú fara niður í 15 dagar.

Og fiskimenn fara nú at fáa arbeiðsloysisstuðul í 90 dagar í staðin fyri 60.

Fiskimenn kosta ikki ALS nógv.

Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at frá 2015 til 2020 hevur ALS goldið 41 fiskimonnum 83.253 kr. 

Í 2021, 2022 og 2023 fekk ALS ongar umsóknir frá fiskimonnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329