Faroe Petroleum borar á norska landgrunninum

Faroe Petroleum borar á norska landgrunninum
Faroe Petroleum er fyristøðufelag í nýggja Novus-brunninum, sum farið verður undir at bora á norska landsgrunninum
West Navigator boriskipið verður nýtt at bora Novus-brunnin hjá Faroe Petroleum.
 
11.11.2013 - 09:45

Faroe Petroleum er farið at bora Novus-brunnin á norska landgrunninum.

Faroe Petroleum er eisini fyristøðufelag.

Boriskipið West Navigator verður nýtt til boringina, og ætlanin er bora 3.200 metrar.

Novus-leitimiðið er níggju kilometrar í ein útsynning úr Heidrun-framleiðslueindini á Haltenbankanum, har Faroe Petroleum eisini hevur verið við í fleiri oljuleitingum.

Faroe Petroleum seldi ein part av loyvinum á Novus-leitimiðinum í august, og eigur nú 30 prosent.

Trý onnur feløg eru við í leitingini. Novus er annar av seks brunnum, sum Faroe Petreoleum fer at bora í næstum.

Verkætlanin byrjaði við Snilehorn-brunninum, og í morgun kunngjørdi felagið, at rakt er við ein týdningarmiklan oljufund har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392