Filmsgrunnur má stovnast

Filmsgrunnur má stovnast
Tjóðveldi vil hava landsstýrið at fyreika og leggja fram uppskot ein yvirskipaðan filmspolitikk og at stovna filmsgrunn.
 
11.11.2013 - 11:35

Tjóðveldi sigur, at fyrsta stig í arbeiðnum at byrja filmsvinnu er at orða ein filmspolitikk.

Harafturat skal stovnast filmsgrunnur við í minsta lagi hálvari millión krónum um árið. Upphæddin eigur at vaksa stigvíst, soleiðis at tað um nøkur ár er møguleiki at lata stuðul til ein spælifilm.

Tjóðveldi skjýtur upp, at Mentanargrunnurin ella filmsgrunnurin hjá Klippfiski og Norðurlandahúsinum fara at umsita nýggja filmsgrunnin.

Í álitinum, sum Klippfisk handaði landsstýrismanninum fyrr í ár, vóru visjónirnar, at ein spælifilm skal gerast í Føroyar um árið, og at 50 heiltíðarstørv skulu vera í filmsvinnuni um 10 ár. 

Mælt varð til at stovna ein filsmgrunn við hálvari aðru millión um árið, men at hækka játtanina upp í fimm milliónir eftir sjey árum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037