Nógvar milliónir til limirnar

Nógvar milliónir til limirnar
Limirnir í Ognarfelagi Tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið, fáa 53 mió. limakrónur at býta millum sín
Ognarfelagið eigur Betri samtakið.
 
20.04.2025 - 10:21

Limirnir í Ognarfelagi Tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið, fáa 53 mió. limakrónur at býta millum sín.

Tað hevur ársaðalfundurin hjá Ognarfelagnum samtykt.

Hann samtykti eisini at lata 30 milliónir til samfelagsgagnligt stuðulsvirksemi.

Síðan 2021 hevur felagið latið limunum limakrónur, sum svara til tíggju prosent av tryggingargjaldinum. 

Tríggir av teimum seks nevndarlimunum stóðu fyri vali á ársaðalfundinum. 

Nývaldur er Hallur Thomsen, sum kemur í nevndina fyri Petur Elias Nielsen. 

Mortan Simonsen og Tóra við Keldu halda fram í nevndini. 

Umframt tey eru Jens Johan Dam, Poula Michelsen og Jákup Egholm Hansen í nevndini. 

Jens Johan Dam heldur fram sum formaður og Poula Michelsen sum næstforkvinna í Ognarfelagnum.

Avlopið hjá Betri samtakinum var 431,4 míó. kr. í fjør.

Eginognin er fýra milliardir og 400,8 mió. kr.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037