Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu er latin Tjóðhild Patursson

Grøna virðislønin hjá Tórshavnar kommunu er latin Tjóðhild Patursson
Vit eru ov bundin av innflutningi av rávørum, sigur Tjóðhild Patursson, sum stendur á odda fyri Ástaklokkuni og Titu
Tjóðhild Patursson
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
09.05.2025 - 15:13

Tað er Tjóðhild Patursson sum í ár hevur fingið grønu virðislønina hjá Tórshavnar kommunu, fyri sítt arbeiði sum vinnurekandi. 
Hon fæst við at veita skeið og reka matstovur, sum leggja dent á at gagnnýta føroyskar rávørur og raðfesta burðardygd:

"Tað er umráðandi at vit byrja at hugsa meiri sjálvstøðugt og sjálvbjargið, bæði viðvíkjandi innflutningi av mati, men eisini í samband við hvat er burðardygt júst í Føroyum"


Um grønu virðislønina greiðir Tórshavnar kommuna frá, at hon skal latast "persóni, stovni ella fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama".

Umframt grønu virðislønina, er eisini latin umhvørvisstuðul á 325.000 kr. tilsamans, til sjey ymsar verkætlanir:
1. Inspiratiónsgarður við vakstrartunli, Norðurlandahúsið - 10.000 kr. 
2. Lánitrillibørur í Nólsoy - 20.000 kr.
3. Ednulundin, Fríøkið norðuri í Stong, Nólsoy  - 25.000 kr.
4. Vakstrarhús, Serbreytin á Glasi - 40.000 kr.
5. Vakstrartunnil, Felagsveltan á Velbastað - 40.000 kr.
6. Fríøkið við Krossá, Kaldbak - 40.000 kr.
7. Umhvørvisstøð til túnabúgvar, Grannalagið í Krossgøtu - 150.000 kr.

Sokallaða Etika gávan á 49.640 kr. er latin seymiverkstovuni NýNý.

 

Samrøða við Tjóðhild Patursson:

1742628

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129