Fólkatalið í Føroyum nærkast 55.000

Fólkatalið í Føroyum nærkast 55.000
311 fólk komu aftrat hetta árið, so fólkatalið var 54.845 1. apríl, skrivar Hagstovan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.05.2025 - 12:42

1. apríl í ár búðu 54.845 fólk í Føroyum. Tað eru 0,6 prosent meira enn 1. apríl í fjør.

311 fólk komu aftrat hetta árið.

Harvið restar lítið í, at fólkatalið í Føroyum fer upp um 55.000. 

 

Minni vøkstur

Vøksturin er minni enn hann var frá 2023 til 2024, tá hann var 0,7 prosent.  

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppinum á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks 1,8 prosent uppá eitt ár. 

Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, skrivar Hagstovan.

Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av vøkstrinum seinasta árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938