Kærustovnurin gevur Tvøroyrar kommunu viðhald

Kærustovnurin gevur Tvøroyrar kommunu viðhald
Tvøroyrar kommuna hevur fingið viðhald frá Kærustovninum, sum sigur, at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu í sambandi við byggiloyvið til Varðan Pelagic er lóglig og røtt
Varðin ætlar at byggja út á Tvøroyri, Men nógvar kærur hava gjørt, at arbeiðið er ikki byrjað enn.
 
14.05.2025 - 07:01

Tvøroyrar kommuna hevur fingið viðhald frá Kærustovninum, sum sigur, at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu í sambandi við byggiloyvið til Varðan Pelagic er lóglig og røtt.

Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Varðin Pelgic søkti 29. 12 í 2022 Tvøroyrar kommunu um byggiloyvi til lýsi- og proteinverksmiðju á havnarlagnum. 

Men nógvar kærur gjørdu, at viðgerðin hjá kommununi gjørdist drúgv.

Varðin Pelagic fekk byggiloyvi.

Avgerðin frá Kærustovninum er endalig í fyrisitingarligum høpi.

Tað er tó møguligt at fara við avgerðini um byggiloyvi í Føroya rætt.

Freistin er seks mánaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598