Ivast í um hann fylgir tilmælinum

Ivast í um hann fylgir tilmælinum
Løgmaður ivast í, um hann fer at fylgja tilmælinum frá skjótarbeiðandi arbeiðsbólkinum, sum sigur, at tað er ráðiligt at gera ein breiðan flatan tunnil úr Skúgvoy
15.05.2025 - 19:15

- Tað er bæði ráðiligt og gjørligt at gera ein breiðan flatan tunnil niður úr Skúgvoy. Tað er niðurstøðan hjá skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkinum, sum løgmaður setti at kanna málið

Óhefti arbeiðsbólkurin hevur í dag handað Akseli V. Johannesen, løgmanni, tilmæli um Suðuroyartunnilin.

Bólkurin skrivar, at hann metir, at tað er bæði gjørligt og ráðiligt at gera ein breiðan, flatan tunnil niður úr Skúvoy, og metir at hetta helst kann stytta byggitíðina av Suðuroyartunlinum heilt fitt.


Styttir byggitíðina

Arbeiðsbólkurin, sum løgmaður setti at kanna um tað ber til at bora úr Skúgvoy er komin til eina niðurstøðu, sum er handað løgmanni.

Tað fer helst at stytta byggitíðina av Suðuroyartunlinum heilt fitt, heldur arbeiðsbólkurin.

Av tí sama verður tað ikki serliga nógv dýrari at knýta Skúgvoy uppí tunnilin. 180 milliónir aftrat samlað sæð.

Sostatt verður tað vegna tær sparingar sum knýta seg at hesum samlað sæð ikki serliga nógv dýrari at knýta Skúvoynna uppí, Tað hevði annars kosta umleið góða hálva milliard krónur, stendur í niðurstøðuni hjá arbeiðsbólkinum.

Umframt hetta kann ein breiður, flatur tunnil niður úr Skúvoy veita eyka trygd undir arbeiðinum í mun til tað, at tað gert møguligt at stytta longsta tein inn til tunnilsbenið, har sprongt verður til 9 ella 10 km .

Hetta er bæði galdandi fyri loysnina frá Sandi og frá Djúpadali. Møguliga kann rýmingarleið gjøgnum breiðan, flatan tunnil niður úr Skúvoy eisini betra um trygdina í endaliga tunlinum, sum tí eigur at vera kannað betri, enn tað higartil er kannað fyri ein smalan, reystan tunnil upp í Skúvoy.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233