Uppskot um at løggilda handverksmeistarar kemur í næstu tingsetu

Uppskot um at løggilda handverksmeistarar kemur í næstu tingsetu
Hóast ávísar fyrireikingar eru gjørdar, er ikki greitt, nær ein meistaraútbúgving kann fáast at virka
Seint í næstu tingsetuni kemur uppskot um at løggilda handverksmeistarar í byggivinnuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.05.2025 - 07:59

Seint í næstu tingsetuni kemur uppskot um at løggilda handverksmeistarar í byggivinnuni.

Ætlandi skuldi uppskotið koma í løgtingið í vár. 

Hetta eydnaðist ikki.

Men málið er framvegis, um undirtøka fæst fyri tí hjá samgonguflokkunum, at koma á mál við arbeiðinum at gera lóggávu um at løggilda handverksmeistarar. 

Er politisk undirtøka, verður lógaruppskotið lagt fram seint í næstu tingsetu.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Hanna Jensen, løgtingskvinna, spurdi um løggildingina.

Hóast ávísar fyrireikingar eru gjørdar, er ikki greitt, nær ein meistaraútbúgving kann fáast at virka.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið og Umhvørvismálaráðið mugu vera við til at gera uppskotið, sigur Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Guðstænasta í Christianskirkjuni
213853
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666