Trump: Putin vil ikki enda kríggið

Trump: Putin vil ikki enda kríggið
Donald Trump, forseti, tosaði mánadagin í telefon við russiska forsetan, Vladirmir Putin.
 
23.05.2025 - 09:04

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur ikki longur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, vil enda kríggið í Ukraina, tí Putin heldur, at hann er um at vinna kríggið.

Tað hevur Trump sagt við leiðarar í Evropa, skrivar Wall Street Journal, sum vísir til keldur.

Sambært blaðnum, segði Trump hetta á telefonfundi mánadagin, har m.a. ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj, franski forsetin Emmanuel Macron, týski samveldiskanslarin Friedrih Merz, italski forsætisráðharrin Giorgia Meloni og forkvinnan í ES-nevndini Ursula von der Leyen vóru við á linjuni.

Trump hevði undan hesum telefonfundinum tosað við russiska forsetan í telefon, skrivar Wall Street Journal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581