Fara nú undir røktarheimið í Hoyvík

Fara nú undir røktarheimið í Hoyvík
Elsa Berg, borgarstjóri, setur hakan í seinnapartin
Í røktarheiminum í Stórubrekku vera 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri fólk, sum búgva heima.
 
27.05.2025 - 07:54

Í dag byrjar arbeiðið at byggja røktarheimið í Stórubrekku í Hoyvík.

Elsa Berg, borgarstjóri, setur hakan í seinnapartin.

Articon skal byggja heimið.

Articon og Tórshavnar kommuna gjørdu sáttmála um byggingina fyrst í apríl.

 

Kostar slakar 300 mió. kr. 

Tilboðið er 296 mió. kr. uttan meirvirðigjald.

Fimm tilboð komu. Articon hevði lægsta tilboðið. 

Metta byggitíðin er tvey ár og átta mánaðir.

Í røktarheiminum í Stórubrekku vera 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri fólk, sum búgva heima.

Harumframt vera 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858