Tórshavn Marathon broytir ferðsluna

Tórshavn Marathon broytir ferðsluna
Tað er í dag, at stóra altjóða rennikappingin er í høvuðsstaðnum, og hon hevur broytingar við sær í ferðsluni, m. a. mugu bilar brúka Oyggjarvegin til og frá høvuðsstaðnum
Savnsmynd frá Tórshavnar Marathon
 
01.06.2025 - 16:00

Fleiri enn 700 rennarar úr 23 ymiskum londum renna í dag Tórshavn Marathon og aðrar styttri teinar.

Árliga kappingin, sum Bragdið skipar fyri, byrjaði í Vágsbotni klokkan 13.00 seinnapartin, tá rennararnir løgdu til brots, og kappingin endar klokkan 18.

Úr Vágsbotni fara rennararnir niðan á Vaglið og oman eftir Áarvegnum og eftir Havnargøtu yvir til Skansan, har tey síðan seta kós móti Boðanesi eftir strandarvegnum, og síðan fara tey eftir Ringvegnum niðan til rundkoyringina við Ítróttarhøllina á Hálsi, har tey snara oman í býin eftir R. C. Effersøesgøtu og Jónas Broncks Gøtu. 

Tey, sum renna hálvan sætta kilometur, renna hesa rutuna einaferð, meðan tey, sum renna tíggju kilometrar renna hana tvær ferðir. Tey, sum renna heilt og hálvt marathon renna einaferð afturat eftir strandarvegnum og fara so eftir Hvítanesvegnum. Tey, sum renna heilt marathon renna heilt til Kaldbaks og so aftur til Havnar, meðan tey sum renna hálvt marathon renna inn á Sund, har tey venda við aftur.

Kappingin hevur sum vera mann við sær, at ferðslan í høvuðsstaðnum og á vegnum til Kaldbasbotn og Kaldbaks er rættiliga avmarkað meðan runnið verður. Og frá klokkan 13 til 18 er eisini Eysturoyartunnilin stongdur frá tunnilsmunnanum við Hvítanes til rundkoyringina í tunlinum.

Tað vil siga, at skal mann til Havnar meðan runnið verður, so má mann fara eftir Oyggjarvegnum. Tað er tó koyrandi í Eysturoyartunlinum um mann skal koyra millum Rókina og Strendur.

Meira kunning um stongdar vegir sæst á heimaðsíðuni hjá Tórshavnar kommunu. 

Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at hetta er ein renniveitsla fyri øll. Tónleikur er á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív er í høvuðsstaðið okkara, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi. 

 

Hoyr alt innslagið um Tórshavn Marathon, sum var í tíðindasendingini klokkan 14.00:

1746582


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424