Borg XL-Byg flutt í nýggj høli á Glyvrum

Borg XL-Byg flutt í nýggj høli á Glyvrum
Tað var stórt hátíðarhald, tá pf. Borg tók nýggja høvuðssætið, sum er bygt á útfyllingini á Glyvrum, inn móti Bakkafrosti, varð tikin í nýtslu í gjár
Mynd: Eysturoyarportalurin  
 
01.06.2025 - 16:35

Tað var ein errin og fegin Rodmundur Nielsen, sum í gjár tók ímóti gestum í nýggja høvuðssætinum hjá pf. Borg á Glyvrum.

Í eina tíð hevur verið greitt, at broytingar skuldu gerast í ferðsluviðurskiftunum í Runavík og tað kom at raka Borg, sum tí skuldi hava eitt nýtt høvuðssæti. Men tað var ikki einasta orsøkin, tí fyritøkuni tørvar meira pláss eftir at virksemið er nógv økt hesi 20 árini síðan Rodmundur Nielsen, tá saman við øðrum keypti Højgaards Handilsvirki, sum tað kallaðist tá.

Í gjár var so móttøka í nýggja bygninginum, sum brýtur rættiliga nógv frá, tá hugsað verður um timburhandlar og annað líknandi.

Tað er Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, sum hevur teknað nýggja bygningin, sum er meira enn tvífalt so stórur, sum gamli bygningurin. Nýggi bygningurin er 9.000 fermetrar, tann gamli var 4.000 fermetrar. Og so hevur nýggi bygningurin aðrar 9.000 fermetrar rundan um, so tað er rúmsátt við nýggja høvuðssæti.

Vit fingu eitt prát við Rodmund Nielsen, stjóra og eigara av pf. Borg fyrr í dag.

 

Trýst á leinki og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 14.00:

1746578

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040