Grønlendska landsstýrissamgongan ósamd um kravda uppsparing

Grønlendska landsstýrissamgongan ósamd um kravda uppsparing
Landsstýrisformaðurin lovaði í valstríðnum, at uppsparingin skal strikast, men nú hevur hann hug at draga í land
Ósemja er í grønlendsku landsstýrissamgonguni um kravdu uppsparingina.
Mynd: Sermitsiaq  
 
06.06.2025 - 10:47

Ósemja er í samgonguni í grønlendska landstinginum, Inatsisartut, um kravda uppsparing. 

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Formaðurin í Atassut, Aqqalu Jeremiassen, ivast ikki: Kravda uppsparingin skal strikast. Og tekur samgongan ikki sjálv stig til tað, fer Atassut, sum er partur av samgonguni, at leggja uppskot fyri tingið.

Undir valstríðnum til  Inatsisartut var boðskapurin hjá Demokraatit, at kravda uppsparingin skal burtur.

- Vit vilja steðga kravdu uppsparingini, skrivaði Jens-Frederik Nielsen, sum í dag er formaður í Demokraatit og landsstýrisformaður, á Facebook undir valstríðnum.

 

Jens-Frederik Nielsen er landsstýrisformaður í Grønlandi. 

 

Ikki so einfalt

Í grein 37-fyrispurningi til landsstýrisformannin um uppsparingina, svarar Jens-Frederik Nielsen, er hetta tó ikki so einfalt. 

Í svarinum stendur, at í 2026 verður nýggj politisk avtala gjørd um pensjónsnýskipan. Hon hevur støði í tilmælum frá serfrøðingarbólki undir landsstýrinum.

Tí er ógreitt, um kravda uppsparingin verður partur av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum.

Flokkurin Inuit Ataqatigiit hevur ikki tikið støðu enn. 

- Eg vóni, at arbeiðsbólkurin fer til verka skjótt, so at vit skjótari og betri finna eina loysn, sigur Marianne Paviasen Jensen, sum er limur í fíggjar - og skattanevndini í landstinginum.

 

Erik Jensen, fyrrverandi formaður í Siumut, mælir staðiliga til at varðveita kravdu uppsparingina. 

 

Kravda uppsparingin skal halda fram 

Erik Jensen, tinglimur fyri Siumut, sum til mars mánað í ár var formaður í flokkinum, er ikki í iva:

- Fólk skulu sjálv spara saman til pensjón, gera vit ikki tað, fer grønlendski búskapurin av knóranum. Verður kravda uppsparingin strikað, fara landskassin og kommunurnar at missa pening beinanvegin. Skal landið ikki fara út í fíggjarligt óføri, mugu vit sjálv spara saman til okkara pensjón, sigur Erik Jensen.

Hann mælir til, at fólk spara saman frá tí tey eru 25 ár, til tey fylla 60. 

Í dag skulu fólk við ársinntøku oman fyri 150.000 krónur spara saman, men Siumut mælir til at hækka markið upp í 250.000 kr, skrivar KNR. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985