Djóraherberg alneyðugt fyri føroysku djóravælferðina

Djóraherberg alneyðugt fyri føroysku djóravælferðina
Tað sigur forkvinna í Djóraverndarfelagnum, sum fegnast um at Tórshavnar býráð loksins hevur játtað felagnum jørð til at byggja djóraherberg
Djóraherberg, staðseting
Mynd: Tórshavnar býráð  
 
25.06.2025 - 13:29

Diana Krossá Kongsbak, forkvinna í Djóraverndarfelagnum, fegnast um at felagið kann fara í holtur við verkætlan um at byggja djóraherberg, nú felagið hevur fingið játtað eitt stykki til høvið.

Sambært Djóraverndarfelagnum, taka tey umleið 50-100 djór inn árliga.

- Tað eru sjálvboðin í felagnum sum taka tey inn, so herbergið er alneyðugt fyri at veita betri umstøður fyri djórini, sigur forkvinnan.

 

Umsóknin um at byggja djóraherberg varð latin býráðnum í 2017, og hevur verið eitt ynski hjá felagnum síðani í 1975, tá felagið var sett á stovn.

Umsóknin varð samtykt fyri einari viku síðani, og tað hevur gingið striltið at fáa uppí lag, sigur forkvinnan í Djóraverndarfelagnum.

Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, dugur ikki at siga hví tilgongdin hevur verið so drúgv, men fegnast um at Djóraverndarfelagið loksins fær betri umstøður.


Staðsetingin sum Djóraverndarfelagið hevur fingið játtað til djóraherbergið, er beint við síðunar av økinum hjá Aktingarmanninum, og ætlanin er, at stovna samstarv millum tey.

Enn er ikki heilt greitt nær verkætlanin kann væntast at verða klár, men nú tá fyrsta stigið er tikið, er klárt at fara í gongd við at søkja fígging og tað sum skal til, sigur Elsa Berg.

 

Hoyr samrøðu við Dianu Krossá Kongsbak, forkvinnu í Djóraverndarfelagnum, og Elsu Berg, borgarstjóra í Havn:

1750711

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815