Uttan arbeiði í meira enn eitt ár

Uttan arbeiði í meira enn eitt ár
Í mai vóru 46 fólk, ella góð 11 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys 
11 prosent av teimum arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.
 
27.06.2025 - 06:57


Í mai vóru 46 fólk, ella góð 11 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys. 

Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár, í fleiri enn 365 dagar.

Í mai í fjør vóru 12 færri langtíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

Sambært tølunum fyri mai í ár, hava tey flestu, 141 fólk, 31 prosent, verið arbeiðsleys millum 30 og 89 dagar. 

Serliga tey ungu

Størsta arbeiðsloysið er hjá teimum 25 til 34 ára gomlu.

Minsta arbeiðsloysið er hjá teimum 55 til 66 ára gomlu.

Hetta var eisini so í mai í fjør. 

Sambært ALS í morgun fáa 253 fólk arbeiðsloysisstuðul, 90 kvinnur og 153 menn.

278 fáa fiskavirkisstuðul. Har er fleiri kvinnur enn menn, 147 kvinnur og 131 menn.

941 fólk eru í fiskavirkisskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815