Baltalondini til reiðar at nýta minur

Baltalondini til reiðar at nýta minur
Baltalondini, sum øll hava mark við Russland, hava boðað ST frá, at tey taka seg úr sáttmálanum, sum bannar framleiðslu, goymslu, sølu og nýtslu av minum á landi.
Lettiska markið við Russland
 
28.06.2025 - 18:41

Tey trý Baltalondini, Estland, Lettland og Litava, sum øll hava mark við Russland, hava boðað ST frá, at tey taka seg úr sáttmálanum, sum bannar framleiðslu, goymslu, sølu og nýtslu av minum á landi. Tað sigur norska kringvarpið. 

Hetta merkir, at londini um seks mánaðir tilskila sær rættin at brúka minur.


- Við hesi avgerð, senda vit greið boð: Okkara lond eru til reiðar at nýta allar neyðugar miðlar at verja okkara lond og frælsi. Tað skriva uttanríkisráðini í teimum trimum londunum í eini felagsfráboðan. 

Eisini finska tjóðartingið hevur samtykt, at Finland skal taka seg úr ST minu sáttmálanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053