Orðaskiftismetið tikið

Orðaskiftismetið tikið
Nú hevur viðgerðin um veiðigjøldini tikið metið sum longsta viðgerð um einstakt mál í Altinginum
Úr altinginum. Har er eitt seks ára gamalt met nú tikið.
 
09.07.2025 - 08:32

Nú hevur viðgerðin um veiðigjøldini tikið metið sum longsta viðgerð um einstakt mál í Altinginum.

Tað hendi tíðliga í gjárkvøldið.

Metið var 147 tímar. 

Tað er frá 2019, tá Altingið viðgjørdi uppskotið hjá ríkisstjórnini um triðja orkupakkan hjá EFTA og ES.

Tá Altingið viðgjørdi Icesave bankan í 2008, vardi orðaskiftið í 135 tímar.

Og viðgerðin um veiðigjaldið heldur fram í Altinginum í dag.

Tá eru sjey røðarar á listanum. 

Hjá einum teirra er talan um røðu nummar 65 um hetta málið.

Altingsfundurin í gjár endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av tvey okkara tíð í nátt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650