Amboðsmenninir fingu fyrstu føroysku gullini

bannari
Amboðsmenninir fingu fyrstu føroysku gullini
Føroysku menninir í amboðsfimleiki vunnu liðkappingina og fingu fleiri heiðursmerki í sonevndu set-seriunum
Føroysku menninir fingu frálíka byrjan í Orknoyggjum
Mynd: Elias Apol  
 
14.07.2025 - 14:36

Føroysku menninir í amboðsfimleiki fingu fyrstu føroysku gullheiðursmerkini á oyggjaleikunum Í Orknoyggjum.

Teir vunnu liðkappingina, men tað var um reppið. Føroyar endaðu bert 0.025 frammanfyri Isle of Man, og tordu mestsum ikki at trúgva upp á sigurin.

Harumframt fóru teir avstað við fýra gullmedaljum og tveimum silvur hjá einstaklingunum í sonevndum set-serium. Rókur S. Vestergaard var fremstur í beinsveiggj og á gólvi, og fekk silvur í paralell barr. 

Torleivur Christiansen vann gull í ringum, Ari Poulsen var bestur í lopi og Bjarki Johannessen fekk silvur í rekk.

Seint seinnaaprtin fara føroysku kvinnurnar undir somu kapping, og vónirnar til teirra eru eisini góðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115