Eivør um G!: "Upprunaligi G!-andin er væl varðveittur"

Eivør um G!: "Upprunaligi G!-andin er væl varðveittur"
Hóast G!-festivalurin er vorðin eitt stórt tiltak, so hevur festivalurin varðveitt upprunaliga andan, greiddi Eivør frá í G!-dokumentarinum "Millum himmal og helviti" (2017)
Úr dokumetarinum "Millum himmal og helviti"d
Eivør Pálsdóttir framførir á G! 2003. Kenda tónlistakvinnan var við til at stovna G! og fyriskipa festivalin fyrstu árini
15.07.2025 - 21:00

Eivør og G! festivalurin hanga saman. 

Eivør, ið er uppvaksin í Syðrugøtu, spælir hvørt ár á G!, og sum limur í Clickhaze, so var Eivør við til at seta G! festivalin á stovn í 2002, og fyriskipa festivalin fyrstu árini. 

Í Kringvarps-dokumentarinum "Millum himmal og helviti" frá 2017, ið snýr seg um G! festivalin, mintist Eivør Pálsdóttir aftur á fyrstu árini við G! festivalinum. 

"Um tú spyrt meg, hvør sálin í G! er, so er tað hesin eldurin at vilja gera nakað, ið er gott og umráðandi. Tað snýr seg um dygd og góðan tónleik. Eg haldi, at tú enn merkir væl upprunaligu G!-andan, hóast G! í dag er vorðið eitt nógv størri tiltak."

SÍ EISINI: Jón Tyril um upphavið til G!: Tvey tiltøk smeltaðu saman til G! festivalin


Eivør Pálsdóttir framførir á G! 2003. Kenda tónlistakvinnan var við til at stovna G! og fyriskipa festivalin fyrstu árini (Myndir: Úr Kringvarpssavninum)
 

SÍ EISINI: "Millum himmal og helviti", KVF-dokumentarur frá 2017

 

Eivør vísir eisini á, at startskotið til G! brast úr tí sannroynd, at tað ikki vóru nakrir uttandura festivalar í Føroyum um tað mundið, har tónleikurin var í hásæti. 


Tað vóru okkurt um 50 fólk og ein hundur til fyrstu konsertina hjá 200 á G! í 2003 (Mynd: Úr dokumentarinum "Millum himmal og helviti")
 

LES EISINI: G! 2025: Liggið ikki sjóvarfallið av tykkum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558