Eitt stig á muni millum vinmenninar

Eitt stig á muni millum vinmenninar
Nikkel Petersen vann compound-finaluna ímóti vinmanninum og liðfelaganum Jóannesi Poulsen í sonnum gýsara, har bert eitt stig var á muni
16.07.2025 - 22:30

Nikkel Petersen vann sannan gýsara ímóti vinmanninum og liðfelaganum Jóannesi Poulsen í finaluni í compound-bogaskjóting seinnapartin mikudagin.

Teir skiftust um at vera frammanfyri, men tá síðsti pílurin var skotin var støðan 142-141 til Nikkel Petersen, sum tryggjaði sær sína triðju gullmedalju á leikunum. 

 - Finalan var øgiliga spennandi. Eg legði út við at vera eitt stig frammanfyri eftir fyrsta umfar, men so vendir støðan mitt í tí heila, har Jóannes fer framum. So taki eg innaftur, og so endar tað við at vit skjóta eins til endans, og eg varðveiti mítt one point lead, segði Nikkel Petersen.

 - Tað vóru øgiligir nervar akkurát tá. Eg føldi tað væl. Eg skuldi bara hava gult, og eg floytaði á, hvar hann fór. Eg skuldi bara hava gult, og so var í ordan. Og eg sá pílin fara ímóti gulum, og so lyfti eg armarnar upp. Tá var eg glaður,segði gullvinnarin.

Somikið væl gekst hjá Nikkeli Petersen, at hann setti nýtt oyggjaleikamet við 146 av 150 møguligum stigum í áttandapartsfinaluni. Tapandi finalisturin, Jóannes Poulsen, kann troysta seg við, at hann feamvegis eigur føroyska metið upp á 148.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938