Søguligt gull til føroysku rennararnar

bannari
Søguligt gull til føroysku rennararnar
Føroyar hava í dag vunnið gull í liðkappingini í hálvmarathon, og samstundis vann Julian Gregersen bronsu. Hetta er fyrstu ferð síðani 1989, at Føroyar fáa gull á langteini
F.v: Rógvi Kárason, Julian Gregersen og Neli Heldarskarð
Mynd: Tróndur Arge  
 
18.07.2025 - 11:40

Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð hava í dag vunnið liðkappingina í hálvmarathon á oyggjaleikunum í Orkunoyggjunum. Julian bleiv nummar trý og vann harvið sjálvur bronsu.

 

Rógvi Kárason kom á mál sum nummar fimm. Tað var nokk til at tryggja gullið, men Neli Heldarskarð gjørdi snilt í at koma á mál beint uttanfyri topp tíggju. Hevði staðið á jøvnum millum Føroyar og Gozo, sum bjóðaði av, so hevði plaseringin hjá Nela verið avgerandi.

 

Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð vóru allir væl nøgdir við síni avrik í morgun. Kendi føroyski rennarin, Hallur Holm, var til staðar og sigur við Kringvarpið, at hetta er fyrstu ferð síðani 1989, at Føroyar vinna eina gull á langteini á oyggjaleikunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115