Eitt joik um abba sín: Emil Kárlson er við ‘í løtuni’

Eitt joik um abba sín: Emil Kárlson er við ‘í løtuni’
Við mandolu í hond og mjúkum tónum í luftini joikar Emil Kárlson beint inn í hjørtuni á sandinum í Syðrugøtu
Emil Kárlson í løtuni á G! 2025
Mynd: Finnur Justinussen  
 
19.07.2025 - 19:29

‘Í løtuni’ hevur sámiski Emil Kárlson valt at syngja sangin Áddjá. Eitt joik til abba sín. 

“Áddjá merkir abbi”, greiðir Emil frá. “Tá tú joikar, so joikar tú ein persón, eitt dýr ella eitt stað. Hetta er mín joik til abba mín.” 

Joikur er ein heilt serligur sangformur í sámisku mentanini, og sum Emil sigur, so snýr tað seg um at lýsa eina kenslu, eitt minni, eina rødd, ella eina ávísa løtu. 

"Tú skalt lýsa persónin við tínum joki. Hvussu tey ganga og hvussu tey bera seg at. Abbi mín er ein róligur og fittur maður. Tað er tað, eg royni at fáa fram í hesum lagnum."

Tætt samband við abban

Emil hevur eitt serligt samband til abba sín, og sigur frá á konsertini, at hann hevur búð saman við honum eina tíð, tá hann flutti til Tromsø í Norður-Norra fyri at royna seg sum tónleikari. Emil sjálvur er ættaður úr Čávkkus, eisini kent sum Oteren á norskum. 

Tí var tað heldur ikki trupult at velja júst hendan sangin til verkætlanina 'í løtuni'. 

“Eg hevði hug at spæla á mandoluni. Tað eru tvey løg, sum eg plagi at spæla á henni. Annað er joikurin um vinmann mín Ørjan, og so er tað Áddjá,” sigur Emil. Tá hann sá, at nógv enn ikki vóru ordiliga vaknað, helt hann, at eitt friðarligt lag sum hetta passaði best til júst hesa løtuna. 

 

Er hugtikin av sandinum í Syðrugøtu

Tað er fyrstu ferð, at Emil vitjar í Føroyum, og hann er bæði hugtikin og glaður. Hann stórtrívist á G! festivalinum og heldur, at tað bæði líkist øðrum festivalum. Og tó, tí G! er eisini eitt sindur øðrvísi enn aðrir festivalarnir, hann kennir úr Norra. 

Emil greiddi frá at hæddarpunktið hevur heilt sikkurt verið, at síggja Eivør framføra í gjár og er hann sjálvur sera errin av, at hann eisini sjálvur sleppur at spæla á høvuðspallinum í dag. 

Men tað er ikki bara tónleikurin, sum hevur gjørt inntrykk. 

"Tað er ordiliga deiligt, at tey hava hitapottar á sandinum!" sigur hann við einum smíli. 

Hóast hann ikki heldur seg sjálvan vera nakran stóran havdyppara, ætlar hann sær kortini at leypa á bláman. Eg eri ikki nakar stórur dyppari, men um eg finni eitt gott stað, so dámar mær væl at havbaða, og eisini um veðrið er gott, fari eg gjarna útí.  

Sí upptøkuna av Emili Kárlson ‘í løtuni’ her: 

ilotuni_Emil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345