Grønlendski landskassin eisini stórt hall

Grønlendski landskassin eisini stórt hall
Í fjør var tað 250 milliónir kr., og í ár verður hallið væntandi 347 milliónir
Torben M. Andersen er formaður í grønlendska búskaparráðnum.
Mynd: KNR  
 
24.07.2025 - 07:55

Eisini í Grønlandi finst búskaparráðið at búskaparpolitikkinum.

Grønlendski landskassin hevði 250 mió. kr. í halli í fjør.

Og í ár verður hallið væntandi 347 mió. kr.

 

Brúka ov nógv

Formaðurin í grønlendska búskaparráðnum, sum eitur det økonomiske råd, Torben M. Andersen, finst at politikarum fyri at brúka so nógvar pengar sum gjørligt, skrivar KNR.

Eisini Tjóðbankin hevur funnist at politikarum fyri at brúka alt ov nógvar pengar.

Og tað hava búskaparráðið og Tjóðbankin gjørt nú í meira enn tíggju ár.

Meginreglan er, siga tey, at í góðum tíðum eiga pengar at vera lagdir til viks at brúka, tá tíðirnar versna. Men tað er ikki gjørt í Grønlandi.

 

Trupulleikarnir komnir

Trupulleikarnir fara ikki at koma, sigur Torben M. Andersen.

Teir eru her longu nú, sigur hann.

Og tað tekur nógv ár at fáa búskapin á rætta kós, sigur hann eisini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655