Frakland viðurkennir Palestina sum stat

Frakland viðurkennir Palestina sum stat
Fráboðanin hjá Macron, forseta, kemur ikki heilt óvæntað, men bæði Ísrael og USA finnast at henni
Franski forsetin, Emmanuel Macron.
 
25.07.2025 - 12:57

Frakland fer at viðurkenna ein palestinskan stat, skrivaði Emmanuel Macron, forseti, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X í gjárkvøldið.

"Tað er átrokandi, at kríggið í Gasa endar, og at sivilfólkið fær neyðhjálp. Friður er møguligur," skrivar Macron.

Yvirlýsingin verður gjørd á aðalfundinum hjá ST í september, skrivar Ritzau.

Harvið verður Frakland tað fyrsta av G7-londunum, sum boðar frá, at tað fer at viðurkenna Palestina sum stat.

Fráboðanin hjá Macron kemur ikki heilt óvæntað. Bæði hann og franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, hava seinastu mánaðirnar givið til kennar, at viðurkenningin av Palestina fór at koma.

 

Kalda móttøku

Avgerðin hjá franska forsetanum um at viðurkenna Palestina sum ein stat, hevur ikki óvæntað fingið kalda móttøku frá ísraelsku stjórnini.

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, "fordømir harðliga" avgerðina hjá franska forsetanum, skrivar hann á X.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, gevur eisini ilt av sær.

- Hendan eirindaleysa avgerðin tænir bara propaganda hjá Hamas og seinkar friðinum. Hetta er eitt slag í andlitið á offrunum eftir yvirgangsálopið tann 7. oktober, skrivar Marco Rubio.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207