Leigulógin og lógin um Húsalánsgrunnin skulu dagførast

Leigulógin og lógin um Húsalánsgrunnin skulu dagførast
Uppskot koma í tingið í vár, sigur landsstýrið
Umframt at dagføra leigulógina ætlar landsstýrið at lógina um Húsalánsgrunnin, m.a. hvussu húsaleigan hjá Bústøðum skal ásetast. (Savnsmynd)
 
01.08.2025 - 08:12

Nú er stundin komin at dagføra leigulógina, heldur landsstýrið.

Lógin kom í 2010.

Men stórar broytingar eru hendar á leigumarknaðinum síðani tá, sigur landsstýrið. Lógin verður tí dagførd.

Leigusáttmálar og frágreiðingar um innflytingar skulu kunnu avgreiðast talgilt. Og reglur um mishald vera tillagaðar.

Haraftrat vera heimildir, mannagongdir og virkisføri hjá Leigunevndini endurskoðað. 

Uppskotið um dagføringar í leigulógini verður lagt fyri tingið í vár, stendur í løglistanum hjá landsstýrinum.

 

Húsalánsgrunnurin eisini dagførast

Lógin um Húsalánsgrunnin skal eisini dagførast næsta vár, ætlar landsstýrið.

Viðurskifti um almenna bústaðabygging og bústaðaumsiting vera nágreinað.

Greiðari reglur skulu gerast um, hvussu húsaleigan verður ásett. Og reglur um útleigan til ávísar málbólkar vera eisini ásettar. 

Eisini skal uppskotið áseta, um Húsalánsgrunnurin skal vera í fíggjarlógini og landsroknskapinum ella ikki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290