- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarafelagið: Barsilsuppskotið ikki nóg víðfevnt
Uppskotið um at broyta barsilsskipanina er ikki nóg víðfevnt. Tað sigur Føroya Lærarafelag í sínum svari til uppskotið.
Í høvuðsheitinum er talan um broytingar, sum felagið tekur undir við, men felagið heldur, at uppskotið í fleiri førum ikki er nóg víðfevnt, og fíggjarligu ásetingarnar um eftirlønargjaldið gera, at útgjaldið minkar í framtíðini. Tað kann felagið ikki taka undir við, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.
Ikki strika barsilstíðina hjá pápum
Lærarafelagið heldur ikki, at barsilstíðin hjá pápum eigur at strikast, um pápin ikki tekur sín part av barsilstíðini. Í øllum førum eigur ikki øll tíðin at verða strikað. Felagið heldur eisini, at barsilstíðin hjá kvinnum eigur at verða hækkað upp í 40 vikur, heldur enn 33, sum broytingin mælir til.
Tá talan er um barsilsgjald, so tekur Lærarafelagið undir við at eftirløn verður goldin av barsilspengunum. Men eftirlønin má leggjast aftrat.
Felagið hevur greinað, at hægsta útgjaldið verður góðar 22.000 kr. um mánaðin, fyri tey sum fáa mest. Skal eftirløn takast av tí gjaldinum, so lækkar útgjaldið niður í slakar 19.000 kr. eftir fáum árum, og tað kann felagið ikki taka undir við, sigur formaðurin við Skúlablaðið.
Ivast í vilanum
Lærarafelagið sigur í svarinum, at felagið er í iva um viljan at broyta viðurskiftini. Tí samstundis sum politikararnir tosa um minkandi barnatal, so verður eitt uppskot lagt fram, sum minkar um útgjaldið úr barsilsskipanini. Skulu vit økja um føðitíttleikan í Føroyum, so krevur tað betri fíggjarlig viðurskifti fyri tey, sum eiga børn, og tað ger broytingin í barsilsskipanini ikki.
Politikararnir mugu eisini minnast til, at kvinnurnar ofta arbeiða niðursetta tíð, og tí eru tær frammanundan eru ein veikur eftirlønarbólkur. Almenna skipanin eigur at hjúkla um tær fíggjarliga, sigur Herálvur Jacobsen m.a. við Skúlablaðið, sum endurgevur svarið hjá Lærarafelagnum til barsilsskipanina.