Putin: Havi einki ímóti at hitta Zelenskyj

Putin: Havi einki ímóti at hitta Zelenskyj
Russiski forsetin hevur mælt til, at fundurin við Donald Trump verður í Sameindu arabisku emiratunum
Ætlanin er, at Donald Trump og Vladimir Putin skulu hittast í næstu viku, men ógreitt er, um ukrainski forsetin, Zelenskyj, eisini verður við á fundinum.
Mynd: DR, Ida Marie Odgaard/Mike Segar/Alexei Danichev)  
 
07.08.2025 - 15:29

- Eg havi einki ímóti at hitta Zelenskyj, sigur Putin sambært russisku tíðindastovuni Interfax.

Tað sigur hann í sambandi við, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin skulu hittast í næstu viku, men tað hevur verið ivamál, um Zelenskyj eisini verður við á fundinum.

Men nú sigur Putin, at hann hevur einki ímóti at hitta ukrainska forsetan. Hann leggur tó aftrat, at ávísar treytir fylgja við.

Russiski forsetin mælir til, at fundurin verður hildin í Sameindu arabisku emiratunum.

Zelenskyj hevur ikki viðmerkt málið enn.

 

Høvdu fund í tríggjar tímar

Í gjár hevði serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, fund í tríggjar tímar við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Kreml.

Marco Rubio, amerikanskur uttanríkisráðharri, sigur, at fyri fyrstu ferð í langa tíð er Russland komið við dømum um, hvat landið krevur fyri at enda kríggið. Hann leggur aftrat, at týdningarmestu viðurskiftini snúgva seg um landaøki.

Tað skrivar Reuters.

Hinumegin borðið sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyi, at tað sær út til, at trýstið á Russland virkar, tí landið eftir øllum at døma nú er meira opið fyri einari vápnahvíld.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375