Flyta ikki bilar á kalsoyarleiðini í eina viku

Flyta ikki bilar á kalsoyarleiðini í eina viku
Nýggj rampa verður sett upp í ferjuleguni, og ætlanin er, at Teistin skal røkja siglingina, tá ferjulegan er klár
Ætlanin er, at Teistin skal røkja kalsoyarleiðina, tá ferjulegan á Syðradali er klár.
 
07.08.2025 - 15:50

Frá mánadegnum 11. august og í eina viku ber ikki til at fáa bil í Kalsoynna ella úr Kalsoynni.

Strandferðslan boðar frá, at frá mánadegi 11. august og væntandi til og við sunnudagin 17. august, verður nýggj rampa sett upp við bryggjuna á Syðradali.

Meðan arbeitt verður, ber ikki til at flyta akfør millum Klaksvík og Syðradal á Kalsoynni. Allar bíleggingar av akførum í hesum tíðarskeiði, íroknað eyka ferðandi í somu bílegging, vera strikaðar, og peningurin afturgoldin innan nakrar dagar, skrivar Strandferðslan.

 

Kunnu koyra við Bygdaleiðum

Til ber framvegis at bíleggja vanligan ferðaseðil. Í Kalsoynni ber til at ferðast við Bygdaleiðum, og busssamband er til allar komur og fráferðir av Syðradali.

Ætlanin er, at Teistin skal røkja kalsoyarleiðina, tá ferjulegan á Syðradali er klár. 

Arbeiðið at gera nýggja rampu á Syðradali byrjaði týsdagin 10. juni.

Sagt varð tá, at arbeiðið fór at taka átta vikur. Nú vísir tað seg, at arbeiðið hevur tikið eitt sindur longur tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539