Trætan um Galaxy: Gerðarrætturin verður settur klokkan 16 hósdagin

Trætan um Galaxy: Gerðarrætturin verður settur klokkan 16 hósdagin
Seinnapartin hósdagin sleppa partarnir at leggja fram síni sjónarmið í trætuni um avloysaraskipið Galaxy. Fyribils avgerð fellur í seinasta lagi leygarmorgunin klokkan níggju
Fasti gerðarrætturin varð settur klokkan 21 í kvøld
Mynd: John Johannessen  
 
13.08.2025 - 22:48

Klokkan 16 seinnapartin hósdagin verður fundur settur í Fasta gerðarrættinum í sambandi við, at lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur kært Maskinmeistarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið fyri óheimilað stríðsstig. Tað hevur lønardeildin gjørt, tí hon metir ikki, at fakfeløgini hava rætt til at nokta limum sínum at mynstra við Galaxy, sum skal avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini, meðan hann er í nokk.

Eftir reglunum skal gerðarrætturin koma við sínum úrskurði í seinasta lagi leygarmorgunin klokkan níggju. Men hesaferð verður tað bara ein fyribils niðurstøða. Orsøkin er, at gerðarrætturin eftir í kvøld ikki longur er fult mannaður.

Ógegnigur dómari
Tá fyrireikandi fundurin varð settur í skúlastovuni hjá ALS á Tinghúsvegnum í Havn klokkan níggju í kvøld, boðaði Leivur Michelsen, sum er dómsmaður umboðandi arbeiðsgevararnar, frá at hann svimur saman við stjóranum á Strandfaraskipum Landsins tríggjar ferðir um vikuna, og at tað møguliga kann fatast sum ein gegnistrupulleiki.

Rætturin viðgjørdi hendan spurnigin, og tá manningarfeløgini førdu fram, at hetta er ein trupulleiki, so varð hetta tikið til eftirtektar.


Leivur Michelsen, til vinstru í myndini, bleiv roknaður ógegnigur at taka støðu í málinum, tí hann svimur saman við stjóranum á Strandferðsluni.

 

Øll eru uttanlands
Tað eru átta limir í gerðarrættinum, sum kunnu sita sum dómarar, og tað skulu vera tríggir dómarar til eitt mál. Eitt forfólk og so ein frá ávíkavist arbeiðsgevarunum og arbeiðstakarunum. Men av tí, at summartíð er, so ber ikki til hjá rættinum at telja upp í trý í hesum málinum.

Tískil verður ein serlig grein í reglugerðini brúkt, sum sigur, at rættarformaðurin kan koma við einari fyribils niðurstøðu. Og soleiðis verður tað í hesum málinum. Tað verður Rannvá Signhild Ragnarsdóttir, sum leiddi fyrireikandi fundin í kvøld, sum einsamøll fer at taka støðu.

Vitnisfrágreiðingar tvær ferðir
Báðir partar hava boðað frá, at teir ætla at hava vitnisfrágreiðingar til fundin hósdagin. Men hesi vitni fara at verða innkallaði aftur um góðar tvær vikur. Tí hóast rættarforkvinnan kemur við einum fyribils úrskurði í seinasta lagi leygarmorgunin, so skal málið so at siga ganga umaftur, tá rætturin er fult mannaður. Tað verður um góðar tvær vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762