Landsliðsúttøka: Broytingar á manslandsliðnum

Landsliðsúttøka: Broytingar á manslandsliðnum
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur úttikið landsliðið til dystirnar móti Kroatia og Gibraltar. Fleiri broytingar eru í hópinum. Jóannes Bjartalíð er millum annað við
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari (Í miðjuni)
Mynd: Bárður Lydersen  
 
25.08.2025 - 10:06

Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur úttikið landsliðið til dystirnar móti Kroatia og Gibraltar. Fleiri broytingar eru í hópinum. Profilar sum Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Patrik Johannesen eru ikki við, tí teir dragast við skaðar, meðan Meinhard E. Olsen, Jóannes Bjartalíð og Géza Dávid Turi eru aftur.

Bjarti V. Mørk hevur vunnið dystin við Ara í Haraldstovu Petersen um triðja plássið millum stengurnar. Samuel Chukwudi Johansen er við aftur eftir skaða, meðan Martin Agnarsson er við í grundhópinum hesa ferð. Hann kom við upp á avboð fyrr í ár. Géza Dávid Turi hevur havt trupult við at fáa spælitíð, men hann er nú javnan á vøllinum fyri Grimsby.

 

Her er hópurin:

Málmenn:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti V. Mørk, HB Tórshavn

 

Verjuspælarar:

Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Póland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn (Fær nakrar dagar)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Benjaminsen, NSÍ Runavík

 

Miðvallarspælarar:

Brandur H. Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia) 
Jákup B. Andreassen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB Tórshavn
Geza David Turi, Grimsby Town (Ongland) 
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark) 
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Álopsspælarar:

Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)

 

ÓlavurMikkelsen2-25082025.jpg

Caption: 
Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672