Edilingurin skraddar Debes

Edilingurin skraddar Debes
Hanus Kamban greiðir frá um gjáarmannin Hans Marius Debes
 
27.08.2025 - 10:58

Tað verður viðhvørt sagt, at originalarnir fækkast nú á døgum.

Í okkara tíð gerast vit øll meira streymlinjað og einsháttað, hini detta líkasum burturímillum.

Men stóru persónligheitirnar fáa illa verið annað enn júst originalar í orðsins besta skilningi.

Ein rættur originalur var Hans Marius Debes. Kanska skulu vit heldur enn at siga originalar brúka annað heiti, sum Janus Djurhuus, skald, nýtti um sama fyribrigdi - hann segði edilingar. Útróðrar- og traðarmenninar í Havn, ið hann vaks upp ímillum, kallaði hann fátækir edilingar - í positivari merking.

Ein slíkur edilingur var gjáarmaðurin Hans Marius Debes, vanliga nevndur skraddar Debes. Hann var skraddari, men eisini so mangt annað. Hann var serstakur fróðarmaður. Hevði livandi ans fyri søgu og søgn og var tann føddi frásøgumaðurin. Eftir hann liggja bøkur, ein er um føroysk bindingarmynstur, og hin er um søgur úr gomlum døgum.

Hans Marius Debes livdi frá 1888 til 1978. Hann hevði skraddaravirki í Havn frá 1924 til 1953. Tá flutti hann til Keypmannahavnar at búgva. Har varð hann búgvandi. Kortini vitjaði hann javnan aftur til Føroya. Og tá hann kom, endaði hann ofta í útvarpinum við onkrum fyrilestri. Tá sótu fólk um alt landið undir hvørjum orði. Sama var, tá jólaheilsanir frá útisetum vórðu sendar í føroyska útvarpinum. Øll bíðaðu eftir skraddaranum, sum kundi brúka upp í hálvan tíma til sína árligu jólaheilsan.

Ein partur av persónligheitini hjá skraddar Debes liggur ivaleyst í sjálvum málburðinum og serstaka frásøgukynstri hansara. Málburðurin er egin, málsliga eitt serstakt bland, ein hurlivasi av gjáarmáli, gomlum havnarmáli og donskum hvørt um annað. Eingin annar tosaði sum skraddar Debes.

Og tó. Undirhaldarin Hermann Jacobsen hevur so meistarliga endurskapað Hans Marius Debes við síni ógloymandi parodi í útvarpsins V4-sending. Tá ið Hermann hermdi eftir skraddaranum, gjørdi hann tað ikki speirekandi ella happandi, tvørturímóti skínur ígjøgnum hansara hugtøka og fasinasjón fyri manninum.

Ein, sum hevur skrivað um Hans Marius Debes, er rithøvundurin Hanus Kamban. Í ritsavni hansara, Tíðartinnur, er forvitnislig persónlig lýsing av skraddaranum. Hanus Kamban kom ikki at kenna Hans Marius Debes, fyrr enn teir einaferð av tilvild møttust í Keypmannahavn í 70-árunum.

 

 
1760115

 

Lurta eftir samrøðuni við Hanus Kamban í Summarmorgni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297

Meira um sama evni