Besta hálvársúrslitið higartil

Besta hálvársúrslitið higartil
Úrslitið hjá Suðuroyar sparikassan fyrra hálvár var 4,5 milliónir kr. fyri skatt
Góða úrslitið skyldast lægri niðurskrivingar og hægri virðisjavna.
 
29.08.2025 - 11:46

Suðuroyar sparikassi hevði metstórt yvirskot fyrra hálvár.

Hálvársúrslitið vísir eitt úrslit upp á 4,5 mió. kr. fyri skatt sammett við 3,1 mió. kr sama tíðarskeið í fjør.

Hetta er besta hálvársúrslit higartil, sigur sparikassin. Tað er væl meira enn eina mió. kr. størri enn í hálvársúrslitið í fjør.

Úrslitið skal tó takast við ávísum fyrivarni. Góða úrslitið skyldast í høvuðsheitum tvey viðurskifti, sum ikki benda á ein vøkstur annars, sigur Suðuroyar sparikassi.

Góða úrslitið skyldast lægri niðurskrivingar og hægri virðisjavna.

Útlánini hækkaðu úr 606 mió kr. upp í 619 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur jupp á 13 mió. kr., ella 2,1 prosent.

Innlánini vóru 831 mió. kr. sammett við 752 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Hækkingin er 79 mió. kr., ella 9,6 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375