Fuglafjarðar kommuna kann læna 60 milliónir aftrat

Fuglafjarðar kommuna kann læna 60 milliónir aftrat
-Skúlin og havnalagið skulu byggjast út, og lánsheimildin tryggjar, at vit fáa bæði arbeiði liðug næsta ár, sigur Dávur Juul, borgarstjóri
 
29.08.2025 - 17:49

Býráðið í Fuglafirði hevur samtykt at kommunan kann læna 60 milliónir krónur afturat verandi lánum.

-Skúlin og havnalagið skulu byggjast út, og lánsheimildin tryggjar, at vit fáa bæði arbeiði liðug næsta ár, sigur Dávur Juul, borgarstjóri:

Talan er um eina láns-heimild, tað vil siga, at lánið verður tikið eftir tørvi.

Umframt íløguna í skúlan - har 60 ára gamla framhaldsdeildin skal umvælast til dagsins tørv - skal kommunan eisini byggja út á havnalagnum:

Borgarstjórin veit ikki neyvt, hvussu nógvar av teimum 60 milliónunum, ið heimild er fingin at læna, tá avtornar eisini verða læntar.

Verða allar 60 milliónirnar læntar, so nærkast Fuglafjarðar Kommuna aftur skuldarloftinum, sum er ein álíkning, sigur Dávur Juul.

Eitt samt býráð samtykti lániheimildina á býráðsfundi í gjárkvøldi.

 

Fuglafjordur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360