Danski uttanríkisráðharrin: Ísrael má broyta kós

Danski uttanríkisráðharrin: Ísrael má broyta kós
Ísrael er ein trúfastur vinur, men nú má Ísrael broyta kós, sigur Lars Løkke Rasmussen
 
30.08.2025 - 12:20

Ein áheitan kom frá danska uttanríkisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, áðrenn ES-toppfundin í Keypmannahavn. 

- Ísrael má broyta kós, segði hann í morgun, áðrenn fundin millum teir 27 uttanríkisráðharrarnar í ES-londunum, nú Danmark hevur formansskapin.

Á fundinum fer Danmark at royna at fáa ES at fyribils strika eina handilsavtalu við Ísrael.

Danmark leggur eisini upp til revsitiltøk móti "mest víðgongdu ísraelsku ráðharrunum" og hækkaða tollin á vørur úr ísraelskum niðursetubygdum, segði hann við danska kringvarpið. 

- Eg fari at royna at sannføra mínar starvsfelagar um, at tiltøk mugu setast í verk, segði Lars Løkke undan fundinum í morgun.

 

1760774


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541