Nóa best umtókta dreingjanavnið í fjør

Nóa best umtókta dreingjanavnið í fjør
Best umtóktu gentunøvnini vóru Brim, Emma, Ida, Maria, Olivia og Teresa
Nóa var best umtókta dreingjanavnið í fjør. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
01.09.2025 - 10:46

Nóa var best umtókta navnið, sum dreingir føddir í 2024, fingu. 

Átta dreingir fingu navnið Nóa. 

Seks dreingir fingu navnið Jákup, skrivar Hagstovan.

Onnur vælumtókt nøvn eru Matteo, Brandur, Eiri og Elias.

Sjey dreingir, sum vóru føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

Navnið Nóa er nýtt í Føroyum. Tað var fyrstu ferð brúkt í 2002.

Nú búgva 76 dreingir og menn, sum eita Nóa í Føroyum. 

 

 

 
Best umtóktu gentunøvnini vóru Brim, Emma, Ida, Maria, Olivia og Teresa. (Mynd: Hagstovan)

 

Brim og Emma

Best umtóktu nøvnini, sum gentur fingu, eru Brim, Emma, Ida, Maria, Olivia og Teresa. 

Hvørt navnið var givið fýra gentum, sum vóru føddar í fjør.

Síðan 1985 hava 70 gentur fingið navnið Emma og 60 navnið Olivia.

Næst koma nøvnini Bára, Elina, Glæma, Lív og Nora. Hvørt teirra var givið trimum gentum.

Tríggjar gentur, føddar í fjør, hava ikki fingið navn enn, skrivar Hagstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938