- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór tilgongd av útlendskari arbeiðsmegi

Tilgongdin á føroyska arbeiðsmarknaðinum er serliga útlendingar, skrivar Búskaparráðið. Størsti parturin av útlendingum, sum flyta til Føroya, eru í arbeiðsførum aldri, og teir síggjast eisini aftur á arbeiðsmarknaðinum. Í 2009 vóru 3 prosent av starvsfólkunum útlendingar, men í juli 2025 var talið komið upp á 8 prosent.
Tað er serliga eftir, at fast track-skipanin varð sett í verk í novembur 2021, at tilgongdin av útlendskum arbeiðsmegi hevur verið stór.
Tøl, sum Búskaparráðið júst hevur almannakunngjørt í heystfrágreiðing síni, visa, hvørjum vinnugreinum, útlendsku arbeiðsfólkini arbeiða í. 31 prosent arbeiðir í framleiðsluvinnu, 13 prosent í gisting og matstovuvinnuni, 11 prosent í byggivinnuni, 8 prosent í landbúnaði, fiskiveiðu v.m., og 7 prosent í umsitingarligum og líknandi tænastuveitingum.
[Mynd]
Útlendska arbeiðsmegin er ein vaksandi partur av arbeiðsmegini í ávísum vinnugreinum. Í juli 2025 var útlendska arbeiðsmegin 23 prosent av arbeiðsmegini í framleiðsluvinnuni. Men mest fylla útlendingarnir tó í gisting og matstovuvinnuni og í umsitingarligum og líknandi tænastuveitinum, har tey vóru 28 og 29 prosent, ávikavist.


























