Hall í bestu tíðum

Hall í bestu tíðum
Hóast vit eru í bestu tíðum, er framvegis hall í føroyska búskapinum. Búskaparráðið mælir til, at átøk verða gjørd. Í dag legði ráðið Heystfrágreiðing sína fram.
01.09.2025 - 19:25

Hóast føroyski búskapurin er í hákonjunkturi við høgum virksemi, metir Búskaparráðið, at bæði landskassin og kommunurnar hava stórt hall. Í 2025 verður hallið hjá landinum mett til 390 milliónir krónur, og samlaða hallið hjá landi og kommunum svarar til góð 2% av BTÚ.

Hetta er als ikki nøktandi, sigur búskaparráðið. 

Ráðið ávarar um, at tá fíggjarpolitikkurin er stimbrandi í góðum tíðum, ger tað, at búskapurin gerst ov heitur, at samfelagshjólini mala ov skjótt.

Sambært frágreiðingini hava politikarar víst ov lítið av dirvið til at fremja neyðugar nýskipanir og heldur brúkt “plenuklipparan”, sum eru ymisk sparitiltøk. Sambært játtanarkørmunum fyri 2026 er ætlanin at gera sparitiltøk á 55 mió. kr. í 2026 og 35 mió. kr. eftirfylgjandi ár. Hetta er ikki skynsom búskaparlig nýtsla, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum. 

Eitt av tilmælunum frá Búskaparráðnum er harumframt, at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262