Skuldsettur fyri hóttanir og sálarligan harðskap - er latin leysur

Skuldsettur fyri hóttanir og sálarligan harðskap - er latin leysur
Dómsviðgerðin í Føroya rætti verður 18. september
Skuldsetti maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 4. juli.
 
02.09.2025 - 15:19

Maðurin, sum er skuldsettur fyri hóttanir, sálarligan harðskap og brot á tilhald, er latin leysur.

Hann var varðhaldsfonglaður 4. juli.

Maðurin, sum er 59 ára gamal, er skuldsettur fyri at hótta eitt fólk eftir lívinum fimm ferðir á sosialum miðlum. 

Hann er eisini skuldsettur fyri sálarligan harðskap og fyri at bróta tilhald.

Maðurin játtaði, at hann hevði skrivað boðini, men noktar, at talan var um hóttanir.

Dómsviðgerðin í Føroya rætti verður 18. september.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086