Ríkisleiðarar fara aftur at tosa um eina loysn á krígnum

Ríkisleiðarar fara aftur at tosa um eina loysn á krígnum
Amerikanski forsetin sigur, at hann er ikki nøgdur við støðuna eftir russiska álopið á m.a. stjórnarbygningin í Kyiv
Dronur raktu stjórnarbygningin í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, og eldur kom í.
Mynd: State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.09.2025 - 08:04

Fleiri ríkisleiðarar í Evropa koma í dag og í morgin til USA, har tey skulu tosa um eina loysn á krígnum millum Russland og Ukraina.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, tá ið hann kom aftur til Washington, eftir at hann hevði verið til US Open-finaluna í tennis í New York í gjár.

Ikki er greitt, hvørjir leiðararnir eru, og Hvítu húsuni hava higartil ikki svarað fyrispurningi frá Reuters-tíðindastovuni um fleiri upplýsingar.

Trump segði eisini, at hann er ikki nøgdur við støðuna í krígnum eftir umfatandi loftálop, har m.a. annað eitt álop rakti stjórnabygningin í Kyiv, og eldur kom í.

Samstundis sigur Trump, at hann væntar, at kríggið endar skjótt.

Trump sigur, at hann skjótt fer at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527