Skúlin í bygdini og bygdin í skúlanum

Skúlin í bygdini og bygdin í skúlanum
Eiðis skúli vil fegin vera sjónligur í bygdini, men tey vilja eisini, at bygdin er sjónlig í skúlanum.
Mynd: Eiðis skúli
 
08.09.2025 - 14:27

Skúlin eigur at spegla nærumhvørvið. Tað siga tey á Eiðis skúla, har teirra kreativu og handaligu lærugreinar taka støði í tí staðbundna. Tey hava umskipað undirvísingina í handaverki og list,  Tað hevur við sær, at næmingarnar í fimta, sætta og sjeynda flokki sleppa at velja seg inn á nøkur evni. í fimta og sætta eitur fakið ikki handaverk og list, men gagnlist og sjóvinna og hjá seynda eitur tað smíð, bygdamentan og handaligt.

Tað byrjaði sum ein royndarverkætlan fyri fýra árum síðan, men tað hevur eydnast so mikið væl, at tey hava hildið fast í verkætlanini.

Tom Joensen, skúlastjóri, sigur, at tað hevur týdning at skúlin speglar tað, sum rørir seg í nærumhvørvinum. Tí royna tey at vera úti við næmingunum, tá veður er til tess. Tá læra tey m.a. um sjóvinnu, seyð ella okkurt handverk, sum er at finna í nærumhvørvinum.

Hoyr Tom Joensen greiða frá, hvussu tey skipað seg á Eiðis skúla:

1762400

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. oktober
Andaktin
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120