Løgmaður kunnar uttanlandsnevndina um avgerð í WTO-málinum

Løgmaður kunnar uttanlandsnevndina um avgerð í WTO-málinum
Grein-6 nevndin er nú komin til eina av gerð í málinum um føroyska limaskap í heimshandilssfelagsskapinum
Tá løgmaður og forsætisráðharrin skrivaðu undir at brúka grein 6-nevndina í heimastýrislógini at viðgera trætuna um føroyskan WTO-limaskap.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.09.2025 - 11:58

Serliga grein-6 nevndin, sum landsstýrið og danska stjórnin settu í felag í januar mánað, er nú komin til eina avgerð.

Uppgávan hjá nevndini var at greiða spurningin, um stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í heimshandilsfelagsskapinum, WTO.

Í nevndini eru tvey embætisfólk úr landsstýrinum, tvey embætisfólk fyri donsku stjórnina og trý umboð fyri Hægstarætt.

Serliga nevndin fekk navnið "Grein-6 nevndin", tí hon er sett sambært grein-6 í heimastýrislógini.

Greinin ásetir, at tá ivamál eru um, hvørji viðurskifti hoyra undir føroyska heimastýrið, skulu hesi loysast í eini serligari nevnd. 

Lógargreinin er soleiðis orðað:

"Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyri nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum." 

Hetta er fyrstu ferð, at henda lógarheimild verður brúkt.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer á middegi at kunna Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um, hvørja avgerð grein-6 nevndin hevur tikið, og í útvarpstíðindunum klokkan 12 verður samrøða við løgmann.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786