Maud Næs: Okur eru bumbað aftur í steinøldina

Maud Næs: Okur eru bumbað aftur í steinøldina
Suðuroyingar eru misnøgdir við siglingina, nú avloysaraskipið Galaxy hevur avlýst fleiri túrar fyri veður. Í morgin verður skipað fyri mótmælistiltaki á Krambatanga
Maud Næs er millum teirra, sum hava tikið stig til mótmælistiltakið á Krambatanga í morgin.
 
12.09.2025 - 18:00

Suðuroyingar eru ónøgdir við siglingina, nú avloysaraskipið Galaxy hevur avloyst fleiri túrar fyri veður.

In.fo veit at siga, at Maud Næs í Hvalba hevur skrivað á Facebook, har hon ger vart við sína ónøgd, og heitir á suðuroyingar um at savnast til eitt mótmæli á Krambatanga í morgin.

 

Suðuroyingar eru misnøgdir við Galaxy, tí skipið hevur avlýst fleiri túrar fyri veður. 

 

Maud Næs sigur soleiðis við útvarpið:

- Okur eru í 2025. Øll onnur í Føroyum hava, um ikki annað, eitt ella annað infrakervi, men okur eru bumbað aftur í steinøldina, og eru totalt isolerað frá umverðini.

Í morgin verður skipað fyri mótmælistiltaki á Krambatanga klokkan 13.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12092025_Maud_Naes

 

Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag sent skriv, har hann heitir á Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, um at fara í samráðingar við Smyril Line fyri at fáa Norrønu at hjálpa til á Suðuroyarleiðini, meðan Galaxy røkir siglingina.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028