Landsgrannskoðanin: Stovnar halda ikki reglur um alment útboð

Landsgrannskoðanin: Stovnar halda ikki reglur um alment útboð
Nógvir almennir stovnar brúka ikki Keypsportalin, og teir umbera seg við, at teir hava serligan tørv
 
15.09.2025 - 08:13

Enn einaferð ger Landsgrannskoðanin vart við, at almennir stovnar halda ikki reglurnar um alment útboð.

Landsgrannskoðanin hevur í nógv ár spurt stovnar og kannað við stakroyndum, um reglurnar um alment útboð vera hildnar.

Og tær vera ikki altíð hildnar, hvørki reglurnar um alment útboð ella tilboðsfyrispurningar.

Nógvir almennir stovnar nýta ikki Keypsportalin.

Teir hava heldur ikki brúkt møguleikan at søkja um undantøku at bjóða út uppgávur.

 

Hava serligan tørv

Stovnarnir umbera seg við, at teir hava serligan tørv. Tí bjóða teir ikki út.

Rundskrivið frá Fíggjarmálaráðnum um alment útboð er frá 2013. Tað er dagført í 2019. 

Endamálið er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans, stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum og áseta reglur um skipað keyp av vørum og tænastum til virksemið hjá landinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050