Fótbóltur er góður fyri beinheilsuna hjá kvinnum í skiftisárum

Fótbóltur er góður fyri beinheilsuna hjá kvinnum í skiftisárum
Magni Mohr, professari, May-Britt Skoradal, adjunktur í heilsuvísindum, og fleiri hava skrivað vísindagrein um evnið
Heilsufótbóltur er eisini góður fyri kvinnur í skiftisárunum, vísir gransking. (Savnsmynd: Fótbóltssambandið)
 
15.09.2025 - 11:07

Kvinnur í skiftisárum varðveita beinheilsuna, um tær spæla fótbólt, vísir nýggj føroysk gransking.

Tað er Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur skrivað grein saman við May-Britt Skoradal, adjunkti í heilsuvísindum, og fleiri. 

Greinin er júst givin út í tíðarritinum, Biology of Sport.

Les meira her.

 

Magni Mohr.

 

May-Britt Skoradal.

 

Venjing av beinagrindini

- Fótbóltsvenjing er sera munadygg venjing av beinagrindini, og tað er serliga beintættleikin í ovasta partinum av lærbeininum og niðara partinum av rygginum, sum batnar munandi. Tað er júst í hesum pørtum av kroppinum, at álvarslig beinbrot mangan henda hjá eldri fólki við vánaligari beinheilsu, og tí kann fótbóltsvenjing brúkast sum fyribyrging av beinbroyskni og beinbrotum, sigur Magni Mohr, sambært herimasíðuni hjá Setrinum.

- Kanningin er tann longsta interventiónkanningin við kropsligari rørslu við kvinnuligum royndarpersónum nakrantíðl, og vísir tað sama, sum okkara gransking hevur víst seinastu 20 árini, sigur Magnoi Mohr um kanningina, sum altso vísir, at við fótbóltsvenjing varðveita kvinnur í skiftisárum beinheilsuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672