Danir rinda allar útreiðslur fyri grønlendingar á donskum sjúkrahúsum

Danir rinda allar útreiðslur fyri grønlendingar á donskum sjúkrahúsum
Forsætisráðharrin og formaðurin í grønlendska landsstýrinum hava skrivað undir avtalu í dag
Metta Frederiksen, forsætisráðharri, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, skrivaðu undir avtaluna í Keypmannahavn í dag.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
16.09.2025 - 18:06

Danskir myndugleikar fara nú at rinda allar heilsuútreiðslur fyri grønlendskar sjúklingar á donskum sjúkrahúsum.

Metta Frederiksen, forsætisráðharri, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, hava í dag skrivað undir avtaluna, sum tryggjar, at Danmark rindar tær umleið 140 mió. krónurnar, sum tað kostar Grønlandi at senda sjúklingar á sjúkrahús í Danmark til viðgerðar.

Landsstýrisformaðurin hevur leingi arbeitt fyri, at Danmark skal taka sær av rokningini, so at Grønland í staðin kann brúka peningin til at lætta um og gera ábøtur í grønlendska heilsuverkimum.

 

Fólkatingið góðkenna avtaluna

Danska fólkatingið skal tó góðkenna avtaluna, áðrenn hon kann setast í gildi, skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

- Semja er um at kanna møguleikan fyri framhaldandi stuðli og samstarvi á heilsuøkinum, stendur í avtaluni.

Sambært fráboðanini frá grønlendska landsstýrinum, eru ætlanir um nýggj átøk og íløgur, sum skulu bøta um vælferðina í Grønlandi og stuðla upp undir meira sjálvberandi búskap í landinum.

Føroysku útreiðslurnar fyri føroyskar sjúklingar á donskum sjúkrahúsum eru til samanberingar 154 mió. kr., umframt 30 mió. kr. til sjúklingahotellið. 

Føroyski landskassin ber allar hesar útreiðslurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327