Kunnu keypa ferðaseðil umborð fyri sama prís sum teir bíløgdu

Kunnu keypa ferðaseðil umborð fyri sama prís sum teir bíløgdu
Skipanin er bara galdandi fyri fólk, sum búgva í Føroyum, og tað skal eisini prógvast
Nú ber til at keypa ferðaseðil umborð á strandfaraskipunum fyri sama prís sum teir bíløgdu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2025 - 08:22

Fólk, sum ferðast við skipunum hjá Strandfaraskipum landsins, kunnu nú keypa ferðaseðil uttan at bíleggja fyrst.

Ferðaseðilin kostar tað sama sum teir bíløgdu.

Tað er, at fólk fáa bíligasta ferðaseðil uttan talgilda skráseting.

Hetta er tó bara galdandi fyri fólk, sum búgva í Føroyum. Og fólk skulu prógva, at tey búgva í Føroyum.

Tey skulu antin vísa bústaðarváttan, sum tey fáa frá kommununi.

Ella fólk kunnu vísa samleikakort í talgildu appini Skjáttuni.

Fólk kunnu gjalda við reiðum peningi ella við gjaldskorti, siga Strandfaraskip landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129