Klaksvíkar kommuna væntar 407 milliónir í inntøku næsta ár

Klaksvíkar kommuna væntar 407 milliónir í inntøku næsta ár
Raksturin verður mettur at kosta 318 milliónir, og 52 milliónir vera til íløgur
Uppskotið um fíggjarætlan fyri 2026 verður lagt fyri býráðið í kvøld.
 
25.09.2025 - 08:23

Inntøkurnar hjá Klaksvikar kommunu næsta ár eru mettar at vera 407,1 mió. kr. 

Talið byggir á uppgerðir, sum Fíggjarmálaráðið og Taks komu við í september og á lønarvøkstur.

Raksturin er mettur at kosta 318 mió.kr., sum eru 14 mió. kr. meira enn framskrivingin fyri 2025

Avlopið er mett at blíva 69,8 mió. kr. fyri íløgur og avdráttir.

Avdráttirnir eru mettir at vera 17,8 mió. kr. 

Eftir til íløgur eru so 52 mió. kr.

Roknað er við 407,6 milliónum í skatti næsta ár. Tað eru 13,5 milliónir meira enn í ár.  

Uppskotið um fíggjarætlan fyri 2026 verður lagt fyri býráðið í kvøld.

Tveir temadagar vera til fíggjarætlanararbeiðið, 8. oktober um raksturin og 6. november um íløgurnar.

Fíggjarætlanin verður viðgjørd í fíggjarnevndini 25. november og í býráðnum 27. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006