Ongan skund at avgreiða málið um tiltøk móti russiskum reiðaríum

Ongan skund at avgreiða málið um tiltøk móti russiskum reiðaríum
Í morgin hevur uttanlandsnevndin havt uppskotið í ein mánað
Tað dregur út hjá uttanlandsnevndini at skriva álit í málinum um tiltøk móti russiskum reiðaríum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.09.2025 - 08:06

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur ongan skund at avgreiða uppskotið hjá landsstýrinum um tiltøk móti tveimum russiskum reiðaríum.

Í morgin hevur nevndin havt uppskotið í ein mánað.

Álit er ikki skrivað, og eingin nevndarfundur er ásettur.

Sambært tingskipanini skulu nevndir lata løgtinginum álit í seinasta lagi ein mánað eftir, at hon fekk málið.

Og tað áliggur nevndarformanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt.

Løgtingsforfólkið kann leingja frestina eftir áheitan frá nevndarformanni.

Um álit ikki er komið innan frestina, er tingfólki heimilað skrivliga at krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037